Tíðindi
Brúðdleyp á St. Dímun

Jógvan Jón og EvaÍ dag, leygardagin 19. mai er hátíðardagur á St. Dímun. Tað eru Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, sum ganga í hjúnarlag. Útoyggjafelagið vil ynskja teimum hjartaliga til lukku við hjúnarbandinum við ynski um at teimum má gangast væl. Góða eydnu og blíðan byr framyvir.

Les meira


Útoyggjastevnan verður 23.juni

23. juni verður 10´inda útoyggjastevnan hildin í Svínoy. Fyrireikingarnar eru í gongd og nógv spennandi verður á skránni.

Les meira


Framtíðin á útoyggj, væl vitjað

Ráðstevnan:Framtíðin á útoyggj, sum Útoyggjafelagið skipaði fyri á Hotel Føroyum, seinasta fríggjadag, var væl vitja, og nógv kjak var um tey ymisku evnini, ið vóru á skránni.

Les meira


Útoyggjafelagið 10 ár

Tað eru nú liðin 10 ár, síðani Útoyggjafelagið var stovnað. Felagið teknaði teir fyrstu limirnar í februar 2012, og fyrsti regluligi aðalfundur felagsins var hildin í Skúgvi, á fyrstu útoyggjastevnuni, sum var í juli sama árið.

Les meira


Ráðstevna um framtíðina á útoyggj

Fríggjadagin 27. apríl skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum. Heitið á ráðstevnuni er "Framtíðin á útoyggj". Tiltakið verður frá kl. 13 - 16.30 og er alment. Øll eru hjartaliga væl komin.

Les meira


Skeið í matvørureinføri

Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum ætla at taka ímóti og servera mat til ferðafólk í egnum heimi. Hetta ger seg serliga galdandi á útoyggj og í smærri bygdum uttanfyri miðstaðarøki. Tað er Visitfaroeisland og Húsarhaldsskúli Føroya sum skipa fyri.

Les meira


Mykinesleiðin fingið væl egna skip

Útoyggjafelagið fegnast um, at Strandferðslan hevur gjørt sáttmála, ið inniber, at tænastan á Mykinesleiðini verður á hædd við hana, sum var seinasta ár.

Les meira


Útoyggjafelagið stuðlar undir hugskotið, at Vinnuframagrunnurin fer at veita fígging til virksemi á útoyggj

Útoyggjafelagið stuðlar undir hugskotið, at Vinnuframagrunnurin fer at veita fígging til virksemi á útoyggj. Líka síðan felagið var stovnað, hevur atgongdin til vágafúsan kapital...

Les meira


Gott nýggjár

Útoyggjafelagið ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjar, vit vilja somuleiðis takka øllum, sum hava stuðlað okkara arbeiði higartil, bæði myndugleikar, stovnar og einstaklingar...

Les meira


Heilsufrøðilga góðkend krov

Framleiðsluhúsið í Stóru Dímun er nú komi til sín rætt. Krovini eru flett og komin at hanga í heilsufrøðiliga góðkendum umhvørvi. Útoyggjafelagið er errið av...

Les meira







 


 

Útoyggjafelagið l Geilargøta 6 l 513 Syðrugøta l Føroyar l Tel. 217969
Sniðgeving og forritan: cre8.fo