Um Felagið

Felagið hevur sum endamál at menna útoyggjarnar, í hesum sambandi hava vit m.a. sett okkum fyri, at skipa fyri tiltøkum, verkætlanum og øðrum virksemi, ið kann føra til økt virksemi, trivnað og betur umstøður at búleikast á útoyggj.

Avmarkaða fíggjarstøða ger at felagið í stóran mun virkar frá mál til mál, vit kunnu ikki leggja fastar ætlanir, tí vit ikki kenna fíggjarstøðuna tað komandi árið. Fíggjarliga grundarlagið byggir á eina veiting frá Innlendismálaráðnum, har vit á hvørjum árið søkja stuðul úr játtanini til útoyggjamenning. Felagið fær sum oftast millum 100 og 150 túsund. Í 2012 fingu vit tó 200.000, - kr, so tað er tað mesta nakrantíð.  Felagið brúkar ein part av arbeiðsorkuni til at samskifta við almennar stovnar fyri at bøta um tænastustøðið, men arbeitt verður eisini við fleiri verkætlanum. Dentur er lagdur á verkætlani, ið kunnu skapa arbeið og størv á útoyggj. Tað er sera umráðandi fyri tey sum búgva á útoyggj, at vit hava tiltøk, har útoyggjafólk kunnu hittast til gaman og álvara, tí skipa vit m.a. fyri tí árligu útoyggjastevnuni.

Tað er okkara mál, at felagið á hvørjum árið megnar at skipa fyri tiltøkum, hetta verið seg ráðstevnur, skeið og verkstovur, umframt at virka fyri at mennandi verkætlanir vera framdar. 

Í 2019-20 eru hesi tiltøk á skrá: 

Samferðslan:

í 2019 fer felagið áhaldandi at tosa, skriva og halda fundir, ið eggja til ábøtur á tænastuna hjá Strandferðsluni, og ikki minst at virka fyri, at politiski myndugleikin, saman við SSL fer undir at skifta skipini út. Sum heilt er okkara ynski, at best møguligar loysnir verða funnar til tær einstøku oyggjarnar. Eitt nógv betri og tryggari samband til og frá kemur at skapa vinnu og fólkavøkstur. 

Undirstøðukervið, farmaflutningur, lendingar, kloakir o.a.: 
Felagið fer, eins og í 2018, at vísa á alneyðuga tørvir á, at Landsverk fær pening til eina ítøkiliga ”menningarætlan fyri útoyggjarnar”. Hetta merkir, at ein munagóð upphædd verður sett av um árið til Landsverk, sum síðani eftir einum fastløgdum leisti, og í samstarvi við kommunurnar, fer undir at dagføra undirstøðukervið á øllum útoyggjunum. Ein upphædd á 10-20 miliónur um árið, næstu 10 árini, hevði munað sera væl.
Vit eru sera glað fyri, at tað eydnaðist okkum, saman við Landsverk, at orðað nýggju samferðsluætlanina fyri útoyggjarnar. Men ikki minst, at hon nú er almenn og skal í komandi tingsetu leggjast til aðalorðaskiftið í Løgtinginum. Ætlanin liggur á heimasíðuni hjá Landsverk: http://www.landsverk.fo/?id=2455

Bústaðarmøguleikar:
Hetta er eitt evni, ið vit áhaldandi noyðast at vísa á, tí einki hendir á økinum. Tað ber ikki til at menna útoyggjarnar, og at økja um búsetingina, um ongin møguleiki er fyri at fáa tak yvir høvdið. Hetta er ein ítøkiligur og aktuellur trupulleiki fyri allar útoyggjarnar. Politiski myndugleikin, land og kommunur, eiga alt fyri eitt at finna ein leist, har farið verður undir at byggja leiguíbúðir, ella keypa hús, at brúka til endamálið, 2-3 tøkar leiguíbúðir á hvørjari útoyggj, kundi verið eitt byrjunarmál. At stykkja út er eisini átrokandi, umframt at tryggja lagaliga fígging til teirra, ið fara undir at byggja.

Matur og framleiðsla (skeið og tiltøk): 
Á skránni eru fleiri tiltøk innan mat og framleiðslu. Ætlanin er framhaldandi, saman við Slow Food Føroyar, har útoyggjafelagið hevur sína egnu deild, at skipa fyri skeiðum, umframt at taka lut á matmarknaðum, ið liggja fyri framman. Nær og hvar verður lýst so hvørt. Fyrsta heystartiltakið verður í Fuglafirði 1. september. Felagið tryggjar karmarnar, so tað er ókeypis hjá tykkum at taka lut.

Ferðavinna (skeið og tiltøk): 
Vit fara áhaldandi at arbeiða við, at finna eitt felags stev í spurninginum um ferðavinnuna. Ein rundferð á útoyggj er byrja, og fundur hevur verið í Mykinesi. Í næstum verður fundur í Skúgvi og síðani á hinum útoyggjunum. Málið er at nærkast einari lokalari semju um fyriskipan av ferðavinnuni. Felagið inndregur fakfólk og íbúgvar, at snikka uppskot saman, ið verður skræddaraseyma til hvørja einastaka oyggj. Felagið fíggjar ein part, men væntar at menningardeildin hjá Visitfaroeisland eisini kemur inn við munagóðari fígging, so hetta kann setast í verk.

Útoyggjastevna og aðalfundur: 
Umboðsráðið hevur á fundi í Stóru Dímun fyrr í ár, tikið avgerð um, at felagið heldur útoyggjastevnu annaðhvørt ár og fakligt tiltak annahvørt. Útoyggjastevnur eru sera gagnligar og góðar, men tað eru tung tøk at taka at fyriskipa. Málið er at Útoyggjastevnan komandi ár, verður í Mykinesi.

Felagið tekur altíð ímóti nýggjum limum. Limatekning fer fram við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com. Kostnaðurin er 200,- kr. um árið.

 

 

o.a.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo